Herfyri umrøddi Løgtingið eitt uppskot frá Tjóðveldi um at leggja eina miðvísa ætlan fyri at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni. Í hesum sambandi segði tingmaður Fólkafloksins, Christian Andreasen, at hann metti, at samgongan átti at umhugsa at umskipa Strandferðsluna og leggja hana í eitt alment partafelag.
- Christian Andreasen er tingbólkaformaður Fólkafloksins, og tí má roknast við, at útsagnir hansara umboða almennu hugsan floksins á tingi. Slíkar útsagnir skapa ótryggleika millum fólk, sum dagliga ferðast við Strandferðsluni og sum hava tørv á jøvnum og góðum ferðasambandi, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Bjarni Hammer hevur tí sett landsstýrismanninum við samferðslumálum, Jørgeni Niclasen, ein fyrispurning, har hann heitir á landsstýrismannin um at greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur viðvíkjandi umskipan av Strandferðsluni. Eisini vil hann hava at vita, hvussu ein møgulig umskipan fer at ávirka flutningin hjá Strandferðsluni í framtíðini.
- Tað verður ikki við mær, at vit fara at privatisera Strandferðsluna. Eg vil gera alt fyri at varðveita og betra ferðasambandið til Suðuroynna og hinar oyggjarnar, sigur Bjarni Hammer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald