Mentan

Ævintýrferðin farin á Hópfígging

Royna at finna pening til liðugtgerð av sendirøð fyri børn um lívsins stóru spurningar

2021-10-25 18:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Seks spurningar um at vera menniskja” eitur ein sendirøð í seks pørtum fyri børn, sum teir báðir í Ævintýrferðini, Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum á Neystabø og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam Dam hava filmað, klipt og sett saman.

Men enn vantar endaliga liðugtgerðin áðrenn sjónvarpsrøðin kann latast Kringvarpi Føroya, sum hevur sett hana á skránna í februar næsta ár.

Ævintýrferðin er tí farin á Hópfígging til tess at skaffa pening – 150.000 krónur – at gera arbeiðið liðugt.

Teir báðir hava í skjótt 20 ár framleitt barnatilfar til sjónleika- og tónleikapallin í Føroyum, og síðani 2017 hava teir arbeitt við eini filmsverkætlan fyri børn. Talan er um eina tíðarkrevjandi tilgongd, sum nú er komin so mikið væl áleiðis, at sjónvarpsrøðin er sett á skránna hjá Kringvarpi Føroya í februar 2022.

Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendirøðini

- Vit vilja skapa list, sum spyr og skapar undran. Hetta er afturvendandi høvðuðstráðurin í sendirøðini, har støði verður tikið í vísund, heimspeki og andaliga heiminum, greiða teir báðir Dánjal og Búi frá.

Afturat teimum báðum høvuðspersónunum í Ævintýrferðini er eisini ein annar persónur við í sendirøðini, ið hevur stóran týdning fyri søgugongdina, nevnliga Mariann Hansen í leiklutinum sum Tebryggjarin.

Eitt toymi at dugnaligum persónum hevur staðið fyri framleiðsluni av sjónvarpsrøðini, sum er tikin upp á Strondum, í Klaksvík, Sandavági og Tórshavn. Talan er um barnasjónvarp, ið setir sjóneykuna á teir stóru og torgreiddu spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt.

Allir seks partarnir eru liðugt filmaðir og kliptir, og eftirviðgerðin av sendirøðini, har teir seks partarnir vera endaliga ljóð- og litblandaðir, er júst farin ígongd.

- Okkum tørva fígging til hesa týdningarmiklu eftirviðgerðina, og tí eru vit farin undir at hópfíggja. Vit vóna, at fólk fara at taka væl undir við møguleikanum at stuðla sendirøðini, soleiðis at vit kunnu koma á mál og inn í allar stovur í Føroyum til gleði fyri smá og stór", siga teir báðir Dánjal og Búi í tíðindaskrivi.

Far til Hópfígging   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder