Innanlands

Aftur færri túrar á Suðuroyarleiðini í dag

Tveir teir fyrstu túrarnir eru teir vanligu, men síðani siglir Smyril ikki aftur fyrrenn klokkan 13 av Krambatanga. Fjórði og seinasti túrur verður av Havnini klokkan 17

Siglingin hjá Smyrli hevur verið heldur óstøðug seinastu tíðina. Annan dagin á rað eru færri túrar enn vanligt (Mynd: Sverri Egholm)

Siglingin hjá Smyrli hevur verið heldur óstøðug seinastu tíðina. Annan dagin á rað eru færri túrar enn vanligt (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-04 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Siglingin hjá Smyrli hevur verið heldur óstøðug seinastu tíðina - serliga vegna veður.

Í gjár, týsdagin 3. februar, vórðu fýra túrar sigldir, heldur enn seks túrar sum ferðaætlanin sigur.

Soleiðis verður eisini í dag, mikudagin 4. februar.

Siglt varð eftir ætlan av Krambatanga klokkan seks í morgun. Farið verður aftur av Havnini klokkan 08:45.

Sí ferðaætlan her

Síðani er longri steðgur enn vanligt - Smyril liggur á Krambatanga ein og ein hálvan tíma longur enn, upprualiga ferðaætlanin vísir. Seinnapartin siglir Smyril soleiðis.

- Av Krambatanga kl. 13 og av Havnini kl. 17.

Ferðaætlanin er broytt fyri veður, upplýsir ssl.fo. Broytingar kunnu eisini væntast í siglingini hósdagin 5. februar.

Meira kunning um siglingina í morgin verður tøk seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder