Innanlands

Aftur følsk sms-boð í umferð

Tey standa til at vera frá Posta - men tað eru tey ikki. Tað snýr seg um at ikki trýsta á leinkjuna

2026-04-08 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava ymisk sms-boð verið í umferð, sum standa at vera frá millum annað frá Posta.

Talan er um sonevnda "smishing", ið skal snýta fólk.

Hetta er við at trýsta á eina leinkju, tí tað er neyðugt fyri at rætta eitthvørt, sum svikarin hevur uppfunnið.

Men hetta kann fáa keðiligar fylgur, og eftir at slík boð, sum síggjast niðanfyri, eru komin til fleiri aftur í dag, ávarar Posta á Facebook-vanga sínum:

- Nýggj følsk sms-boð eru í umferð. Boðini eru ikki frá Posta. Trýstið IKKI á leinkið.

[object Object]
Mynd: Posta

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder