Innanlands

Aftur í ár verður heiðursløn givin fyri góða miðling av gransking

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum

Mynd: Granskingarráðið

Mynd: Granskingarráðið

2019-06-25 20:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni fríggjadagin 20. september 2019.

Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdag. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum, skrivar Granskingarráðið.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.

Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið. 

Til ber at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2019. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotuim til móttakarar. Freistin at senda inn uppskot við telduposti til Granskingarráðið er 9. september. Les meira her.

Heiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete Bloch professari í lívfrøði fekk heiðurin og ein kekk á 5.000 kr. 
Í 2013 var Pál Weihe, professari í fólkaheilsufrøði, heiðraður
Í 2014 var Kári Sólstein, journalistur, heiðraður.
Í 2015 var Bogi Hansen, professar, í havfrøði heiðraður
Í 2016 varð hildin steðgur
Í 2017 var Jens-Kjeld Jensen, heiðsursdoktari, heiðraður
Í 2019 var Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítrottarfysiologi, heiðraður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder