Innanlands

Aftur nógvar bøtur skrivaðar í gjár

Forboðsskeltini á Sundsvegnum í Havn verða ikki vird, og aftur í gjár vóru fleiri bilførarar sum mugu punga út. Løgreglan fer eisini í dag at fylgja við um fólk virða skeltingina

Tað er her á Sundsvegnum at forboðsskeltir eru sett upp. Bara bussleiðin sleppur at koyra

Tað er her á Sundsvegnum at forboðsskeltir eru sett upp. Bara bussleiðin sleppur at koyra

2023-05-24 08:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bilførarar virða ikki skeltingina niðast á Sundsvegnum í Havn, og koyra framvið forboðsskeltunum.

Løgreglan stóð mánadagin eina løtu har á middegi, og skrásetti 12 bilar sum ikki aktaðu. Í gjár vóru 10 bilførarar sum ikki aktaðu skeltingina meðan løgreglan var í økinum, og fingu tí eisini bót.

Bótin er 1500 krónur.

Vegastrekkið er einvegis omaneftir, og hetta er galdandi fram til 15. juni.

Løgreglan fer aftur í dag at vera í økinum og fylgja við um fólk halda seg til galdandi skeltingina.

Les eisini: Skrivaðu út 22.000 krónur í bót í ein tíma

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder