Innanlands

Aftur Toyota

Flest persónbilar av slagnum Toyta vórðu seldir í juni, men Volkswagen er eisini væl við

Mynd: Toyota

Mynd: Toyota

2018-07-02 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur hendan mánaðin eigur Toyota plássið sum mest seldi persónbilur, og hetta er annar mánaði á rað.

Tí stór kapping er frá grannunum og kappingarneytunum úr Bilasøluni. Tí Volkswagen, sum Bilasølan umboðar, var til síðst í mai mánað mest seldi bilur í 2018, men nú hevur Toyota munin aftur.

Toyota seldi 24 bilar í juni meðan Volkswagen seldi 22 bilar. 

Nýggj akfør juni 2018 (Persónbilar)
1 Toyota 24
2 Volkswagen 22
3 Mitsubishi 19
4 Ford 17
5 Renault 13

 

Nýggj akfør samlað yvirlit 2018 (Persónbilar)
1 Toyota 171
2 Volkswagen 144
3 Renault 114
4 Ford 97
5 Kia 85

Kelda: Akstovan

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder