
Scandic Food A/S afturkallar nú COOP hvítleyksdressing, sum eisini er seld í Føroyum.
Orsøkin er, at fleiri partí hava skeiva merking. Kunning um allergenini sinnop og egg er ikki við í merkingini. Fólk, sum eru ovurviðkvæm yvirfyri egg og sinnop eiga ikki at eta vøruna, tí teir kunnu gerast sjúk, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Mælt verður til at lata vøruna inn aftur, hagani hon er keypt ella at beina hana burtur.
Talan er um hesa vøru:
COOP Hvidløg
Nettovekt: 400 g
Best fyri: 01.04.2023
Best fyri: 19.05.2023
Best fyri: 16.06.2023
Best fyri: 21.07.2023
Best fyri: 16.09.2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald