Innanlands

Afturkalla fleiri feskar pastavørur

Vandi er fyri, at metalstykkir kunnu vera í vørunum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

2023-06-10 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Scandinavian Retail Food afturkallar fleiri feskar pastavørur við spinat, sum eru seldar í Føroyum.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at metalstykkir kunnu vera í vørunum, og kunnu tær gera skaða á tenn og munn, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum mælir borgarum til at lata vørurnar inn aftur, haðani tær eru keyptar ella beina tær burtur.

Vørurnar, sum verða afturkallaðar:

  • 250 g Pastella Frisk Fettuccine Spinat. Best fyri: ímillum 15.05 og 01.08-2023
  • 250 g Pastella Øko Fettucine Spinat. Best fyri: ímillum 15.05.og 24.07-2023
  • 250 g COOP Fettucine Spinat Fettucine. Best fyri: ímillum 15.05 og 25.07.2023
  • 250 g Änglamark Økologisk Fettucine Spinat. Best fyri: Ímillum 15.05 og 30.05-2023
  • 250 g Änglamark Økologisk Fettucine Spinat. Best fyri: Ímillum 19.06 og 24.07-2023
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder