Innanlands

Afturkalla hummus og aioli

Nøkur allergen er ikki við í merkingini av vøruni frá Rema 1000

2019-06-25 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rema 1000 afturkallar hummus 200g og aioli 200g.

Talan er um hesar vørurnar:

Rema 1000 Hummus

Best áðrenn: 27/7-2019
EAN strikukoda: 5705830605436
Framleitt í Svøríki

Rema 1000 Aioli

Best áðrenn: 27/7-2019
EAN strikukoda: 5705830605443
Framleitt í Svøríki

Orsøkin til afturkallingina er skeiv merking er á vørunum. Vørurnar hava hesi evnini í: Sesam, sinnop og egg. Hesi allergen eru ikki í merkingini.

Fólk ið eru ovurviðkvom fyri sesam, sinnop ella egg kunnu fáa allergiska reaktión, um tey eta vøruna.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til at lata vøruna inn aftur í handlinum, her vøran er keypt, ella at burturbeina vøruna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder