2023-03-04 12:30

Coop Danmark A/S afturkallar kostískoytið Coop Vitamin B complex.
Orsøkin er, at vøran, sum eisini er seld í føroyskum handlum, hevur ov høgt innihald av folsýru, og hetta kann møguliga verða vandamikið hjá børnum undir 15 ár, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Tað, sum er umráðandi er, at brúkarin ikki hevur eitt høgt inntak av folsýru yvir longri tíð. Brúkarin upplivir tí ikki akutt sjúkueyðkenni, verður kostískotið tikið í stutta tíð.
Kostískoytið eigur at verða burturbeint ella latið inn aftur, har tað er keypt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald