2025-12-14 16:25
Danpo A7S afturkallar posar við høsnarunganuggets, sum eru seldir í føroyskum handlum, tí vandi er fyri, at plast og metal kann vera í vøruni
Talan er um grønar posar við 600 gram av frystum høsnarunganuggets, sum eru flamleiddir 18. september í 2025, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til at beina vøruna burtur ella lata hana inn aftur haðani hon er keypt.
Um afturkallaða vøruna:
Rema1000 Kyllingenuggets 600 g
Produktionsdato: 18.09.2025
Lot nr.: DK 25261
EAN nummar 5705830615541
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald