Innanlands

Afturkalla popmais frá Urtekram

Ov høgt innihald av soppaeitrinum aflatoxin B1 er mált í vøruni, og eigur hon ikki at verða etin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2023-04-12 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Midsona Danmark A/S afturkallar nú Popmajs av merkinum Urtekram.

Orsøkin er, at ov høgt innihald av soppaeitrinum aflatoxin B1 er mált í vøruni.

Eingin akuttur vandi er við vøruni, men inniheldur matur ov nógv aflatoxin B1 eigur hann ikki at verða etin, tí ov høgt innihald av soppaeitrinum aflatoixin B1 kann hava heilsuligan váða við sær, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Mælt verður tí til, at borgarum beina vøruna burtur ella lata hana aftur, haðani hon er keypt.

Talan er um hesa vøru:

Urtekram Popmajs
Nettovekt: 400 g
Best fyri: 25.07.2024
EAN-strikukota 5 765228112533

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder