Innanlands

Afturkalling av Gestus Tropical Juice

Hýggj er funnið í nøkrum av fløskunum, og tí er vøran ikki egnað til mannaføði

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2019-01-15 17:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum hava keypt sær eina fløsku av Gestus Tropical Juice eiga at hyggja nærri eftir dagfestingini.

Hevur tú eina fløsku, sum er best fyri 07.02.2019, eigur tú at beina hana burtur sum skjótast ella at lata hana inn aftur, har hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Hýggj er nevniliga funnið í nøkrum av plastfløskunum, og tí er hon ikki egnað til mannaføði.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder