Innanlands

Afturkalling av Hummus og Aioli frá Rema1000

Nøkur av bikurunum hava fingið skeiva merking ásetta. Brúkarar, ið eru ovurviðkvæmir, ella ikki tola sesam, sinnop og/ella egg kunnu gerast sjúkir av vøruni

Talan er um partí við

Talan er um partí við "best fyri" 6/5 á. Vøran er seld í føroyskum handlum (Mynd: hfs.fo)

2020-04-17 08:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reitan Distribution A/S afturkallar eitt partí Rema1000 Hummus og eitt partí Rema1000 Aioli. Vøran er seld í føroyskum handlum.

Hetta skrivar Heilsufrøðiliga Starvstovan.

Orsøkin er, at nøkur av bikurunum hava fingið skeiva merking ásetta. Upplýsingar um innihald af allergenunum sesam, sinnop og egg í vøruni vænta.

Brúkarar, ið eru ovurviðkvæmir ella hava intoleransu fyri sesam, sinnop og/ella eggum, eru í vanda fyri at gerast sjúkir um teir eta vøruna við tí merking sum er víst omanfyri, skrivar Heilsufrøðiliga Starvstovan.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, hagani tær eru keyptar ella beindar burtur.  

Talan er um Rema1000 Hummus af kikærter og Rema1000 Aioli med hvidløg. Báðar hava eina nettovekt á 200 gram og eru best fyri 6/5-2020

EAN-strikukotaa er ávíkavist 5 705830 605436 og  5 705830 605443

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder