Coop Danmark A/S afturkallar trý ymisk sløg av proteinbarrum.
Talan er um Coop Crispy Brownie, Coop Salty Caramel og Coop Soft Raspberry.
Orsøkin til afturkallingina er, at ómerkt allergen - egg - er í barrunum, sum eru seldar í føroyskum handlum.
Fólk, sum hava overviðkvæmi fyri eggum, eiga ikki at eta hesar proteinbarrirnar. Tær eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Proteinbarrirnar, sum verða afturkallaðar:
Coop proteinbarr Crispy Brownie
Nettovekt: 50 g
Best fyri: 04.05.2027 & 25.03.2027
EAN-strikukota 7340011497684
Coop proteinbarr Salty Caramel
Nettovekt: 50 g
Best fyri: 16.03.2027 & 01.04.2027
EAN-strikukota: 7340011497677
Coop proteinbarr Soft Raspberry
Nettovekt: 50 g
Best fyri: 28.04.2027 & 24.03.2027
EAN-strikukota: 7340011497660
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald