Innanlands

Afturval í Fjølrit

Felagsskapurin hjá rættindahavarum hevði aðalfund í síðstu viku

Stjórn og dagligur leiðari. Frá vinstru Atli K. Petersen, formaður, Helle Thede Johansen kassameistari, Heidi Durhuus, umsitari, og Jonhard Mikkelsen, skrivari (Mynd: fjoelrit.fo)

Stjórn og dagligur leiðari. Frá vinstru Atli K. Petersen, formaður, Helle Thede Johansen kassameistari, Heidi Durhuus, umsitari, og Jonhard Mikkelsen, skrivari (Mynd: fjoelrit.fo)

2019-02-05 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagsskapurin Fjølrit, sum tekur sær av at umsita upphavsrættin hjá føroyskum listafólki, verður rikin av somu fólkum komandi árið.

Fjølrit hevði aðalfund í farnu viku, og har var afturval á øllum økjum. Stjórnin er mannað av Atla K. Petersen frá Føroyskum Tónaskøldum, Helle Thede Johansen frá Rithøvundafelag Føroya og Jonhard Mikkelsen frá Føroyskum Bókaforløgum. Tey vórðu øll einmælt afturvald.

Uni Arge, Føroysk Fjølmiðlafólk, og Alan Brockie, Føroyskir Yrkisfotografar, eru varalimir

Afturvald fóru eisini Ole Wich frá Føroyskum Myndlistafólkum sum formaður fyri umboðsráðnum og Kim Simonsen frá rithøvundafelagnum sum næstformaður.

Heidi Durhuus stendur fyri dagligu umsitingini hjá felagsskapinum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder