2019-02-27 09:47
Tænastumannafelagið hevur havt Aðalfund. Formaðurin Meinhard Gaardlykke og næstformaðurin og skrivarin Bárður Enni vald í fjør, og stóðu tí ikki fyri vali.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, tað var Andrea Nielsen, kassameistari, og Poul Jakki Vitalis, bæði vóru afturvald.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við: Meinhard Gaardlykke, formaður, Bárður Enni, næstformaður og skrivari, Andrea Nielsen, kassameistara og Poul Jakki Vitalis, nevndarlimur.
Eykalimir eru: Rógvi Andrias Fossádal og Jóhan Óli Müller. Roknskapargrannskoðari er Eyðun Joensen.
Frá vinstru Andrea Nielsen, Poul Jakki Vitalis, Meinhard Gaardlykke og Bárður Enni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald