Innanlands

Afurkalla hundafóður vegna ov høgt innihald av D-vitamin

Ov høgt innihald av D-vitamin í fóðrinum kann verða vandamikið fyri hundin

2019-03-27 13:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hill´s Pet Nutrition afurkallar hundafóður vegna ov høgt innihald av D-vitamin.

Talan er um Hill's Prescription Diet Canine i/d 360 g, vørunummar 8408U, sending 09 2020 T27.

Kanningar av fóðrinum hava víst ov høgt innihald av D-vitamin í fleiri sløgum av vátfóðri frá Hill´s Pet Nutrition, og tískil afturkallar virkið nú fleiri sløg av hundafóðri í dós. Ov høgt innihald av D-vitamin í fóðrinum kann verða vandamikið fyri hundin, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tekin um D-vitamineitran kann vera vánaligur matarlystur, at hundurin fer aftur og at hann tystur meira, slevar meira og pissar oftari.

Heilsufrøðiliga starvsstovan viðmælir hundaeigarum at seta seg í samband við djóralækna, um hundur teirra hevur etið vátfóður frá Hill´s Pet Nutrition og hevur tekin um D-vitamin eitran.

Í Føroyum er talan um eitt slag av fóðri, sum keyparin kann liggja inni við, uttan at vita, at nakað er galið við vøruni.  

Vøran er seld á Djóralæknastovuni.   

Um tú liggur inni við hesi vøru, skal tú beina hana burtur ella lata hana aftur hagar tú hevur keypt hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder