Innanlands

Áhaldandi trupulleikar millum stjóran og leiðaran førdu til uppsøgn

Depilsstjórin segði at hann misti svøvnin av barnaheiminum og útlendskum fótbólti. Hann segði í tveimum førum leiðaran úr starvi uttan skrivliga grundgeving

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-11 12:52 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eri uttan nakra sum helst ávaring, tað verið seg munnliga ella skrivliga blivin kallað inn á fund tvær ferðir innan fyri eitt ár hjá depilsstjóranum, Hermann Mortensen, við ongum varningi, har hann munnliga hevur sagt, at eg skal heim og úr mínum starvi. Havi biðið um at fáa ítøkiliga at vita, hvat kærurnar snúgva seg um, havi biðið um fund við depilsstjóran, men alt til fánýtis.

Tað skrivar eindarleiðarin á Eind 10 til Eyðgunn Samuelsen og Edvard Heen í sambandi við, at avtalað var gjørd um uppsagnaravtalu við seg 14. februar í ár. Eindarleiðarin, sum talan er um, er Hildur Hermansen, sum hevur verið eindarleiðari á Eind 10 síðani 2013. Talan hevur verið um trupulleikar í samstarvinum ímillum depilsstjóran, Hermann Mortensen og eindarleiðaran, Hildur Hermansen, í drúgva tíð, sum endaðu við at Hildur Hermansen varð uppsøgd uttan ávaring tvær ferðir. Talan er ikki um fyrsta skrivið, sum Hildur Hermansen hevur sent ovastu leiðslu á almannaverkinum, Edvard Heen. 

Tað vísir almennt innlit, sum Portalurin hevur fingið. 

Samstarvstrupulleikarnir byrjaðu í 2017
20. mars í 2017 sendi Hildur Hermansen skriv til Edvard Heen um sínar samstarvstrupulleikar við Herman Mortensen.

Hon skrivar um fund, sum hon hevur havt við Hermann Mortensen um fíggarligu viðurskiftini á Eind 10. Men á fundinum verður hús-mangulin hjá eindini fyrst og fremst umrøddur. Hermann Mortensen sigur seg vera ónøgdan við, at tað mangla hús, men eindarleiðarin sigur, at hon ikki heldur tað vera sín ábyrgd at finna hús til eindina. 

Les eisini: Uppsagdur við løn í trý ár 

- Depilsstjórin gjørdist tá rættiliga illur og mestsum rópti, at tað er ikki hansara uppgáva at brúka alla sína tíð at leita eftir húsum til mín, skrivar Hildur Hermansen í fundarfrásøgnini.  

Eindarleiðarin og depilsstjórin kjakast síðani um ymisk viðurskifti á hesum fundi. Hermann verður endurgivin fyri at siga seg vera troyttan av, at okkurt akkutt alla tíð er á vási í eind 10.

- Aftur harðligur á málinum legði Hermann meg undir at øsa starvsfólkini og ikki duga at leiða og dempa starvsfólkini, skrivar Hildur, áðrenn hon leggur afturat, at Hermann Mortensen sigur seg missa svøvnin av ein 10. 

- Hermann endaði fundin við at siga, at hann missir svøvnin av eind 10, og at tað annars ikki er komið fyri síðani okkurt útlendskt fótbóltslið, sum eg ikki minnist navnið á, hevði tapt ímóti onkrum øðrum útlendskum fótbóltsliði, skrivar Hildur, áðrenn hon skrivar, at hon metir tørv vera á serkønari hjálp til at loysa teirra samstarvstrupulleikar, men Portalurin skilur at onki varð gjørt fyri at loysa samstarvstrupulleikarnar.

Edvard Heen svarar eftir øllum at døma ongantíð Hildur. 

Starvsfólkaklaga mótvegis leiðsluni á eind 10 í 2018 
Eitt ár eftir at Edvard Heen hevur fingið frágreiðing frá Hildur Hermansen, verður klaga send Edvard Heen, sum er undirskrivað av 37 starvsfólkum. Klagan er vend móti leiðsluni á eind 10, fyri at hon ikki hevur loyst trupulleikar á eindini.

Seinni sama dag biður Hermann Mortensen eindarleiðaran, Hildur Hermannsen, koma á fund um klaguna. Sunrid á Borg, leiðari undir Hildur kemur við á fundin, men Hermann vil einans tosa við Hildur. Sunrid biður tá um fund eftir Hildur, tí hon vil eisini verða hoyrd um klaguna. 

Hildur verður á fundinum biðin um at fara heim, og hon fær at vita, at hon ikki er eindarleiðari longur. Eftir hettar koma Pedagogfelagið og Christian Andreasen, advokatur, inn í málið. Tey gera vart við, at framferðarhátturin hjá Hermanni Mortensen er uttan fyri alla siðvenju og sambært Christian Andreasen ikki í tráð við galdandi lóggávu.

2. mai í 2018 er fundur ímillum allar partarnar í málinum. Á hesum fundi luttekur Edvard Heen eisini og niðurstøðan á fundinum er, at Hildur Hermansen skal koma aftur á fund. Semja er eisini um, at hon skal fáa uppbakning frá leiðsluni á Almannaverkinum til at loysa ymisk viðurskifti á eind 10.

Kæra frá leiðarum undir Hildur Hermansen og endalig uppsøgn
11. januar verður aftur kært um leiðsluna í eind 10. Hesa ferð eru tað leiðaranir undir Hildur Hermansen, Sunrid á Borg og Harriet Durhuus, sum klaga um hana.

- Vit ynskja at fáa skipað viðurskifti við einum greiðum leiðslubýti. Vit ynskja greiðar mannagongdir, og at avgerðir, sum verða tiknar í leiðsluni, hava virknað í allari eindini, skriva tær báðar millum annað. Tær leggja afturat, at tær ikki duga at síggja, at hetta ber til við Hildur Hermansen sum eindarleiðara fyri eind 10 og heita á leiðsluna í Almannaverkinum at loysa teirra arbeiðsumstøður.

Og longu 21. januar verður Hildur Hermansen aftur kallað á fund við Hermann Mortensen. Hon fær aftur at vita, at hon skal fara heim at halda frí og at hon ikki er eindarleiðari longur. Hildur spyr um grundgevingar fyri uppsøgnini, men Hermann segði, at eitt skriv var sent landsstýriskvinnuni dagin fyri, men at hann ikki kendi innihaldi av skrivinum.

Tá Hildur Hermansen seinni sjálv sendur landsstýriskvinnuni landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, eina frágreiðing, undrast hon á, at hon ikki er partshoyrd í málinum ella at hon onga ávaring hevur fingið.

- Eg fari at krevja eitt greitt svar uppá, um Almannaráðið er av teirri áskoðan, at hetta mál er rætt handfarið fyristingarliga og starvsfólkarættarliga og um ráðið kann taka undir við teirri framferð, sum leiðslan fyri Almannaverkið hevur útinnt móti mær seinasta árið, staðfestir Hildur Hermansen. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder