
Meira enn helvtin av partapeninginum í flogfelagnum SAS skal í framtíðini vera á fronskum og hollendskum hondum.
Air France-KLM sum frammanundan eigur smá 20 prosent í SAS, vil nú eiga upp í 60,5 prosent av norðurlendska felagnum.
Hetta skal gerast við at keypa partabrøv frá Castlelake og Lind Invest, verður sagt í børsfráboðan í morgun.
Ætlanin er at keypið skal vera avgreitt í seinnu helvt av 2026.
Týsdagin kunngjørdi SAS størstu íløguna í flogfør síðan 1996. Felagið keypir 55 nýggj flogfør frá brasilska Embraer fyri 25 milliardir krónur. Íløgan verður gjørd yvir fýra ár og fyrstu flogførini koma í 2027. Í fyrsta umfari keypir SAS 45 flogfør, men hevur møguleika at keypa tíggju afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald