Innanlands

Airbnb íbúðir ikki nøkur langtíðarloysn uppá bústaðarneyðina

Tað sigur Elin Hentze, talskvinna fyri fjølbroyttar bústaðarmøguleikar í Føroyum. Tær íbúðir, ið nú eru tøkar vegna støðgin í ferðavinnunini, eru ikki egnaðar til langtíðarleigu, sigur hon

Væntast kann eisini, at íbúðirnar rímiliga skjótt skulu nýtast til Airbnb aftur

Væntast kann eisini, at íbúðirnar rímiliga skjótt skulu nýtast til Airbnb aftur

2020-04-14 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Beint nú eru fleiri íbúðir tøkar enn vanligt, men tað nyttar ikki at hava eina íbúð, sum ikki gevur eina langtíðarloysn.

Hetta sigur Elin Hentze, talskvinna fyri fjølbroyttar bústaðarmøguleikar í Føroyum, í samrøðu við Kringvarpið. 

Nú ferðavinnan í Føroyum er í dvala vegna koronavirusið, eru fleiri íbúðir, ið vanliga verða nýttar til Airbnb, tøkar. 

Elin Hentze sigur, at roknast kann við, at tær íbúðir ið nú eru tøkar, aftur fara at verða nýttar til Airbnb í framtíðini. Tí er tað talan ikki um nakra loysn uppá bústaðarneyðina. 

Hon vísir á, at tað eingin trupulleiki er við, at íbúðir sum ikki eru egnaðar til langtíðarleigu, verða nýttar til Airbnb - ella at tær nú verða fyribils leigaðar út til fólk, ið veruliga hava tørv á tí. Stóri trupulleikin er, at fleiri ikki hava eitt støðugt heim, og tað er hetta, ið loysn skal finnast á.

Hoyr alla samrøðuna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder