Uttanlands

Ákærdur fyri fýra neyðtøkur

Sonur norsku krúnprinsessuna, Marius Borg Høiby, er ákærdur fyri 32 lógarbrot. Millum annað fýra neyðtøkur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-08-18 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Statsadvokaturin Sturla Henrikbø legði í dag ákæruna fram móti soni norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit, Marius Borg Høiby.

[object Object]Statsadvokaturin Sturla Henriksbo (Mynd: EPA)

Hann er ákærdur fyri í alt 32 lóarbrot. Ákæran inniheldur fýra neyðtøkur av fýra ymiksum kvinnum, umframt misnýtslu av fyrrverandi unnustuni Noru Haukland.

Eisini er hann ákærdur fyri fleiri harðskapsgerðir móti einum fyrrverandi sambúgva.

Norskir miðlar skriva, at 28 ára gamli Marius Borg Høiby kann fáa upp til 10 árs fongsulsdóm. Væntandi kemur málið fyri rættin í januarmánað.

Mette-Marit, krúnprinsessa, fødd Mette-Marit Tjessem-Høiby, fekk sonin Marius áðrenn tað rann saman millum hana og Haakon, krúnprins av Noregi. Marius Borg Høiby er harvið limur av kongsfamiljuni, men hevur ongan almennan leiklut í kongshúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder