Klokkan 9.15 í morgun var grundlógarforhoyr í málinum um Mariu Fuglø Christiansen, sum doyði í novembur í 2012, tá hon einans var 16 ára gomul. Og nú, sjey ár eftir at gentan doyði, er 24 ára gamal maður ákærdur fyri at hava dripið hana. Maðurin, sum noktar seg sekan, varð handtikin klokkan 11.19 í gjár, og nú vil løgreglan hava mannin varðhaldsfongslaðan.
Ákærin Linda Hesselberg segði, at maðurin verður ákærdur fyri manndráp við at hava druknað gentuna og fyri harðskap, ið førdi til deyðan. Brotsverkini eru sambært ákæruvaldinum hend 21. novembur 2012 onkuntíð eftir klokkan 02.32 um náttina.
Eftir at ákæruritið varð lisið, bað Linda Hesselberg um, at grundlógarforhoyrið helt fram fyri stongdum hurðum. Jógvan Páll Lassen, advokatur, mótmælti hesum, og fólk, sum vóru komin fyri at fylgja málinum, vórðu biðin um at fara út, meðan tað varð viðgjørt, hvørt forhoyrið skuldi vera fyri alment ella ikki.
Niðurstøðan var, at grundlógarforhoyrið verður fyri stongdum hurðum. Grundgevingin var, at møgulig vitnir ikki eru avhoyrd enn, og at nýggj vitnir enn kunnu koma fram. Tí helt dómarin, at tað kundi skaða rættarmálið, um almenningurin var við til grundlógaravhoyringina.
2. septembur í 2013 varð Maria Fuglø Christiansen grivin uppaftur, tí løgreglan vildi útiloka, at nakað brotsverk var farið fram í málinum. Hetta var eftir, at sami ungi maðurin, ið er ákærdur í dag, hevði stungið fýra fólk niður í Norðdepli. Hann hevði verið í parlagi við ungu gentuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald