2024-08-14 17:46
21 ára gamli maðurin sum síðani oktober í fjør hevur sitið í varðhaldi, skuldsettur fyri neyðtøkur, er nú ákærdur.
Kringvarpið skrivar, at nevningating verður í Føroya rætti mánadagin 2. september og øll tann vikan er sett av.
Nevningating er tá kravið hjá ákæruvaldinum er minst fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.
Maðurin, sum noktar seg sekan, er ákærdur fyri fleiri enn eina neyðtøku, men ákæruvaldið ikki enn ikki siga hvussu nógvar, og heldur ikki nær ella hvar tær skulu vera framdar, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald