![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam ynskir at stilla upp til grønlendska tingið, Inatsisartut.
– Eg eri klár at stilla upp til Inatsisartut, sigur hon í samrøðu við TV2 í dag.
Í farnu viku boðaði Aki-Matilda Høegh-Dam frá, at hon meldaði seg úr flokkinum Siumut, sum hon hevur umboðað á Fólkatingi síðan 2019. Á seinasta fólkatingsvali fekk hon 6.655 atkvøður, ein triðingur av øllum atkvøðunum í Grønlandi, og nærum tvífalt so nógvar atkvøður, sum hon fekk í 2019.
Hon hevur áður boðað frá, at hon ikki ætlar sær at stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali.
Grønlendska fólkatingskvinnan sigur, at hon ætlar sær at melda seg inn í ein annan flokk heldur enn at stovna ein nýggjan. Sambært Ritzau ætlar hon sær seinni í dag at boða frá, hvørjum flokki hon stillar upp fyri, um hon kann finna eitt valdømi.
Val verður í Grønlandi 11. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald