Innanlands

Aksel Berg stillar upp fyri Miðflokkin

– Eg meti tað vera týdningarmikið, at vit, ið eru trúgvandi, skula taka ein avgerðandi leiklut í at mynda okkara samfelag, sigur formaðurin í Ung fyri Miðflokkin

2022-11-17 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aksel Kambsskarð Berg stillar upp fyri Miðflokkin til komandi løgtingsval.

Aksel er 26 ára gamal, giftur, hevur ein son og arbeiður dagliga sum lækni. Hann hevur eisini verið formaður í ungmannafelag Miðfloksins frá 2013-2015 og aftur síðani 2018.

– Eg meti tað vera týdningarmikið, at vit, ið eru trúgvandi, skula taka ein avgerðandi leiklut í at mynda okkara samfelag. Eg vil verða við til verja tey kristnu virðini og arbeiða fyri, at Føroyar ikki verða hálaðir í ein liberalan veg, sigur Aksel.

Sambært tíðindaskrivi hjá Ung fyri Miðflokkin eru hjartamálini hjá Aksel at styrkja heilsuverkið, at gera gerandisdagin lættari og tryggari fyri tí føroysku barnafamiljuna og at Løgtingið lógarstaðfestur rættin til lív.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder