Hóast tað ikki so heilt væl hjá Javnaðarflokkinum í veljarakanningunum, so er ongin ivi um, at flestu veljarar ynskja sitandi løgmann at halda fram í løgmansembætinum.
Í veljarakanningini í gjárkvøldið, har spyr spurdi 500 veljarar, varð eisini spurt ’hvør skal vera løgmaður’.
Og eins og líknandi undanfarnar kanningar hava víst, so peika flest veljarar á sitandi løgmann.
28,2 prosent av veljarunum siga, at Aksel V. Johannessen skal vera løgmaður. Hetta er eitt munandi størri tal enn tey, sum siga seg velja flokkin hjá løgmanni, Javnaðarflokkin, tí tað ætla ’bert’ 18,8 prosent av veljarunum.
Jørgen Niclasen, formaður í flokkinum, sum fær nógv flestar atkvøður í kanningini, Fólkaflokkinum, hevur næstbest undirtøku. 16,9 prosent ynskja Jørgen Niclasen til løgmann. Hetta er ein vøkstur í mun til kanningina 4. oktober, tá 16,0 prosent peikaðu á formann Fólkafloksins sum løgmann.
Veljararnir kundu velja millum teir sitandi formenninar í flokkunum. ’Tann’, sum fekk størstu framgongd í mun til seinastu kanning hjá spyr var ’onkur annar’. Heili 17,9 prosent av veljarunum ynskja ikki ein av floksformonnunum, men heldur ’onkran annan’ til løgmann.
Vert er at leggja til merkis flest allir floksformenninir fáa lakari undirtøku, tá spurt verður um hvør skal gerast løgmaður, enn hvat sjálvt úrslitið fyri teirra flokk vísir.
Einastu undantøk er løgmaður, sum ger sær dælt av sonevndu løgmanseffektini, og fær stuðul frá nógv fleiri veljarum sum løgmann, enn flokkur hansara annars fær.
Hitt undantakið er borgarstjórin í Klaksvík og formaðurin fyri Sjálvstýri.
Hóast bert 3 prosent av veljarunum ætla sær at seta krossin fyri Sjálvstýri, so eru tað 3,9 prosent, sum peika á Jógvan Skorheim sum komandi løgmann í Føroyum. Úrslitið hesaferð var enntá heldur lakari enn á kanningini í oktober, tá 5,6 prosent peikaðu á Jógvan Skorheim sum løgmann.
500 veljarar vórðu spurdir á kanningini, sum fór fram í gjárkvøldið, hóskvøldið 20. desember. Vert er at hava í huga tá hesi tøl verða eftirhugd og granskað, at óvissan liggur millum 1,2 og 3,7 prosentstig, upplýsir spyr.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald