Innanlands

Aksel framvegis størst undirtøku sum løgmaður

Men munurin minkar niður til formann Sambandsfloksins

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-29 09:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Flestu veljarar í Føroyum peika framvegis á Aksel V. Johannesen at vera Føroya løgmaður.

Men formaður Sambandsfloksins fær alsamt størri undirtøku.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnudagin.

29,9 prosent peika á núverandi løgmann, tá spurt verður: Hvør skal vera løgmaður? Hetta er 4,1 prosentstig færri enn tá vit settu henda spurning seinast – tað var 25. apríl.

Hinvegin gongur Bárður á Steig Nielsen fram úr 13,6 upp í 17,2 prosent í mun til spurnarkanningina flaggdagin. Næstseinast vit spurdu, var úrslitið tó meira meinlíkt hesum nýggjasta. 26. mars peikaðu 30,4 prosent á verandiløgmann, meðan 17,7 prosent peikaðu á formann sambandsfloksins.

Jørgen Niclasen hevur minkandi undirtøku í spurninginum um løgmann, og sama eg galdandi fyri Høgna Hoydal.

Tað eru ikki so nógv, sum peika á formenninar fyri teir smáu flokkarnar, men nýggjasta kanningin vísir kortini, at teir hava vaksandi undirtøku frá veljarunum.

3,9 prosent peika á Jógvan Skorheim – seinasta var tað 3,4

3,0 prosent peika á Poul Michelsen – seinasta var tað 2,5

2,5 prosent peika á Jenis av Rana – seinasta var tað 1,4

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi sunnudagin, vórðu 500 veljarar spurdir.

Spurt var eisini um hvat tey fóru at velja til komandi løgtingsval. Úrslitið av teirri kanningini kemur á Portalin seinni í dag.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder