Innanlands

Aksel missir alsamt undirtøku hjá veljaranum

Tey flestu ynskja Beinir Johannesen til løgmann. Bárður hevur yvirhálað Aksel og Sirið er eisini farin at blandað seg

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-07 08:27 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Beinir Johannesen er framvegis tann, sum flest føroyingar vilja hava til komandi løgmann.

Bárður á Steig Nielsen hevur nú yvirhálað Aksel V. Johannesen, og Sirið Stenberg er komin inn í kappingina sum jokari. Meira enn tvífalt so nógvir veljarar peika á Sirið enn tað gjørdu fyri Høgna Hoydal áðrenn forfólkaskiftið í Tjóðveldi.

Tað er niðurstøðan av veljarakanningini hjá Portalinum og Blaðnum Vikuskifti, sum Spyr.fo hevur gjørt, um hvønn føroysku veljararnir ynskja til løgmann eftir komandi løgtingsval.


Staðfestast má eftir nýggjastu kanningina, at tað sær ikki so gott út hjá sitandi løgmanni. Tað hevur av sonnum gingið afturá, síðan Aksel tók við løgmansembætinum aftur. Í hvussu so er hevur undirtøkan fyri Aksel V. Johannesen ongantíð verið so lítil sum nú, síðan mai 2020.

Síggj øll tølini í kanningini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder