Í seinastu nógvu kanningunum, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, hevur sitandi løgmaður, Aksel V. Johannessen, havt vaksandi undirtøku, tá veljarin er spurdur um, hvønn tey vilja hava til løgmann.
Fyri einum mána síðani peikaði triði hvør veljari – 33,6 prosent – á formann Javnaðarfloksins, tá spurt var: “Hvør skal vera løgmaður?”
Hetta var munandi meira enn flokkurin hjá løgmanni fekk tá fólk vórðu spurd um hvønn flokk tey ætlaðu at velja.
Í nýggjastu kanningini missir Aksel V. Johannessen nakað í hesi kanningini. Nú eru tað 30,4 prosent, sum peika á Aksel sum løgmann.
Floksformaðurin, sum gongur fram í hesi kanningini er formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen. Í mun til seinastu kanning, gongur hann tvey prosentstig fram og hevur nú undirtøku av 16,5 prosentum.
Sigast skal, at tað er størsti partur, sum ikki hava svarað kanningini, tí 17,8 prosent siga seg ikki vita meðan 14,6 prosent høvdu ynskt onkran annan enn floksformenninar, sum møguleiki er at velja ímillum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald