Triðji hvør veljari peikar nú aftur á Aksel V. Johannesen sum tann, ið tey ynskja til løgmann.
Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnudagin svaraðu 33 prosent núverandi løgmann, tá spurt var ”Hvør skal vera løgmaður”.
Hetta er ein greið framgongd í mun til seinastu kanning í mai, tá Aksel fekk undirtøku frá 29,9 prosentum av teimum, ið svaraðu. Men hetta er tó ikki tað mesta hann hevur fingið. Í apríl var undirtøkan 34 prosent.
Formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, er framvegis tann, ið hevur næststørst undirtøku í hesi kanning, og tað gongur framá hjá honum. Bárður fær nú undirtøku frá 19,5 prosentum av veljarunum, og tað er yvir tvey prosentstig meira enn fyri einum mánaði síðani.
Hinir báðir formenninir í stóru flokkunum ganga aftur. Jørgen Niclasen formaður í Fólkaflokkinum fær undirtøku frá 15,2 prosentum av veljarunum og tað er eitt lítið vet minni enn seinast, meðan undirtøkan fyri Høgna Hoydal frá Tjóðveldi sum løgmansevni, er minkað hálvtannað prosentstig henda seinasta mánaðin. Nú eru bert 9,1 prosent, sum peika á hann.
Formenninir fyri teir smáu flokkarnir fáa so lítla undirtøku í hesum parti av kanningini, at tað liggur undir óvissuni, og tí er ikki ráðiligt at sammeta tey tølini við undanfarnar kanningar.
Tað er framvegis ein stórur partur av veljarunum, sum ikki eru við í júst hesi kanningini. 15,7 prosent siga seg ikki vita, meðan 17,7 prosent ynskja onkran annan, enn ein av verandi floksformonnum.
500 fólk svaraðu veljarakanningini sunnudagin. Óvissan er millum 0,9 og 4,1 prosentstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald