Innanlands

Aktaðu ikki skeltingina

Løgreglan valdi at vegleiða bilførararnar heldur enn at taka blokkin fram

2023-05-18 10:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað elvdi til trupulleikar á Sundsvegnum í Havn í gjár, at fólk koyrdu, hóast vegarbeiði er í gongd, og at tað væl og virðiliga er skeltað við at tað ikki er loyvt at koyra har.

Løgreglan var á lagaligu síðuni, og valdi at senda fólk niðan at práta og vegleiða heldur enn at geva bøtur. Talan var ikki bara um ein og tveir bilar, men um nógvar bilar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

Vegarbeiðið niðarliga á Sundsvegurin, eitt strekkið frá Birnugøtu oman til Á-handilin, byrjaði 15. mai og heldur fram til 15. juni.

- Vit hava mett at skeltingin hevur verið nóg góð, men boðini vóru so ikki fylgd, sigur vaktleiðarin.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Ein bilførari var beint áðrenn midnátt tikin tí illgruni var um, at hann koyrdi fullur. Blóðroynd er tikin.

Eisini var fólkaskúlaungdómur í Sandagerði og hugnaði sær við báli sum vanligt er á síðsta skúladegi. Løgreglan hevði fólk á staðnum, men har fór alt friðarliga fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder