Innanlands

Ala tara á Gøtuvík

Vóna at felagið kann skera upp til 2000 tons av tara á Gøtuvík um árið

Ólavur Gregersen, stjóri, og Magni Arge, nevndarformaður, við nýggja loyvisbrævinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og korti við staðsetingini av taraaliloyvinum

Ólavur Gregersen, stjóri, og Magni Arge, nevndarformaður, við nýggja loyvisbrævinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og korti við staðsetingini av taraaliloyvinum

2021-06-04 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan handaði í gjár Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á Gøtuvík.

Loyvið er galdandi í 12 ár fram til 1. juni 2033 og fevnir um aling av breiðbløðkutum sukurtara á aliøkinum AA-03, sum liggur uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Laksaaliøkið hjá Bakkafrost liggur innan fyri taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest.

Ocean Rainforest roknar við at seta út sáddar tarateymar á Gøtuvík í heyst, og fáa fyrstu royndirnar við taraaling á Gøtuvík til høldar. Liggur væl fyri, so vónar felagið at kunna skera upp til 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið.

Hetta er annað taraaliloyvi hjá Ocean Rainforest. Í fjør fekk felagið loyvi til at ala tara á Funningsfirði, og longu nú verður tari skorin av sáddum teymum, sum blivu settir út stutt fyri árskiftið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder