Fleiri statir í USA hava í ár hert sínar fosturtøkulógir, og hetta hevur elvt til nógv kjak. Og nú er hetta eisini orsøkin til, at eitt universitet í Alabama, ið er ein av hesum statunum, takkað nei til størstu peningagávuna, tey nakrantíð hava fingið.
Talan er um 26,5 mió. dollarar (gott 175 mió. í okkara krónum).
Leiðslan á universitetinum tók í gjár avgerð um at senda peningin aftur.
Orsøkin er, at gevarin, ein ríkur sakførari úr Florida, hevur heitt á lesandi um at boykotta universitetið fyri at mótmæla nýggju fosturtøkulógina hjá statinum.
- Eg vil ikki loyva navninum á mínari familju at verða brúkt í sambandi við einari útbúgvingarskipan, ið góðtekur, at kvinnur vera fyri mismuni, og ignorerar landsins lógir og grundlóg, sigur sakførarin, 70 ára gamli Hugh Culverhouse, sambært TV2.
Peningagávan varð latin í september, og sum tøkk varð løgfrøðiliga deildin á universitetinum uppkallað eftir Hugh Culverhouse.
Men navn hansara er longu tikið niður aftur.
- Orsøkin til, at leiðslan tók hesa avgerð er, at Hugh Culverhouse fleiri ferðir hevur roynt at blanda seg uppí arbeiðið hjá løgfrøðiligu deildini. Hetta er einasta orsøkin til, at leiðslan samtykti at taka navn hansara av bygninginum og at geva honum pengarnar aftur, er frágreiðingin hjá universitetinum.
Les eisini: Youknowme: Kvinnur kring heimin deila søgur um fosturtøku
Nýggja fosturtøkulógin í Alabama, sum varð samtykt í mai, er strangasta fosturtøkulógin í USA.
Sambært lógini er tað at fáa ella fremja fosturtøku eitt brotsverk, ið kann revsast við upp í 99 ára fongsul. Eingi undantøk verða gjørd í sambandi við insest ella neyðtøku. Bert um lívið á kvinnuni er í vanda, kann serligt loyvi verða givið.
Í ár hava 16 statir í USA hert sína fosturtøkulóg.
Í statunum Kentucky, Ohio, Mississippi og Georgia, er eitt uppskot samtykt, ið bannar allari fosturtøku aftaná seks vikur, ið er áðrenn flestu kvinnurnar vita av, at tær eru við barn.
Rætturin til fosturtøku varð annars tryggjaður í amerikanska hægstarættinum í 1973, og tað er tann avgerðin, ið hesir statir ynskja at stríðast ímóti.
Eingin av nýggju lógunum eru galdandi í løtuni, tí at tær allar stríða ímóti avgerðini hjá hægstarætti, og tí eru lógirnar endaðar í rættinum.
Í nógvum øðrum statum er fosturtøka loyvd, til kvinnan er komin 18-20 vikur, og summastðani til kvinnan er komin 24-28 vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald