Innanlands

Alheims lesileygardagur

Leygardagurin 8. september er alheims lesidagur

2018-09-07 16:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum sambandi eggjar Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, øllum føroyingum til at nýta høvið at seta seg við eini góðari bók.

Hartil er hetta eisini ein upplagdur møguleiki at lesa við og fyri børnunum. Málmenning og lesing eru sera tætt knýtt, og flestu børnum dámar sera væl at hoyra eina góða søgu – bæði fyri sjálva søguna, men eisini fyri ta tryggu nærveruna, sum tað gevur at sita hjá onkum vaksnum og lurta.

Landsstýriskvinnan vísir á, at jú fleiri góðar løtur børnini hava við bókum, bæði á dagstovni, í skúla og serliga heima, jú størri verður hugurin at lesa, og jú betri verða lesiførleikarnir – eisini seinni í lívinum. Orðfeingið veksur, empatisku og sympatisku evnini vaksa og evnini at hugsavna seg mennast.

- Granskingin hevur í fleiri umførum staðfest, at tá vit lesa fyri børnunum, hevur tað eina langa røð av fyrimunum við sær. Men kortini hava vit í Føroyum herfyri sæð eina skelkandi kanning, sum vísir, at bert eitt fátal av okkara børnum og ungu lesa. Tí haldi eg avgjørt, at vit í Føroyum eisini eiga at halda altjóða lesidagin og lesa – bæði børn, ung og vaksin.

Orsøkin til, at ST og UNESCO hava nevnt 8. september at vera alheims lesidag (International Literacy Day), er, at tey vilja vísa á týdningin av at duga at lesa og gera vart við, at lesiførleikar eru grundarlagið undir einum sunnum og vælfungerandi samfelagi.

 - Nú vit hava "Ár fyri málmenning hjá børnum", er tað enn uppløgd orsøk til at taka hendan dagin í álvara. So eg vil heita á allar føroyingar um at finna bøkurnar fram hendan Altjóða Lesidagin 2018. Lesið saman, hvør sær, hart ella innantanna – tað er sum so líka mikið – men latið okkum øll taka okkum stundir til at njóta gleðina við at lesa.

Sjálv fer landsstýriskvinnan at lesa ungdómsbókina “Undur” eftir R.J. Palacio, sum er týdd til føroyskt.

Góð ráð til at lesa við børnum:
1. Byrjið at lesa við børnunum, áðrenn tey sjálvi duga at tosa. Málið mennist og búnast tá børnini hoyra málið og læra at knýta orðini saman við tingum og hendingum. Smáu børnini skilja hvat verður sagt, langt áðrenn tey sjálvi tosa. At peika, gera ljóð og rætta upperksemið ímóti bókini saman við einum vaksnum stimbrar og mennir barnið á so nógvar hættir.

 2. Tá vit lesa við børnunum, snýr tað seg um so nógv annað, enn bara at lesa ein tekst upp. Tað snýr seg um nærveruna, hugnan, møguleikan at tosa saman um søguna og um teir tankarnar, sum barnið fær av søguni. Tað snýr seg eisini um at hyggja at myndum, peika og práta.

 3. Tá børnini eru smá er ikki neyðugt at lesa alla bókina í rættari raðfylgju. Lat barnið blaða aftur og fram, sum tí lystir. Ynskir tað at hoyra somu síðu 10 ferðir, les so somu síðu 10 ferðir.

 4. Ger samrøðu og spæl til ein part av upplestrinum. Tosið um orð og hendingar í bókini og tosið um bókina, tá tit eru liðug at lesa. Leypið ikki trupul orð um, men gevið tykkum heldur stundir at greiða frá týdninginum. Nýtið eisini nýggju orðini í samrøðum seinni.

 5. Verið nærverandi. Sløkkið útvarpið, telefonina og telduna. Ver til staðar saman við barninum til gagns fyri barnið – men sanniliga eisini teg sjálvan. Og minst til: ljóðbøkur eru góðar, men tær kunnu aldri koma ístaðin fyri samveruna við teg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder