Innanlands

Alivinnan stóran leiklut í sambandi við menningina av kavaravinnuni

Tá alingin av laksi tók seg upp, høvdu flestu av teimum ið kavaðu í alivinnuni bert kavingina sum eitt hjástarv, men í dag er kaving innan bæð ali- og byggivinnuna vorðin ein verulig vinna

2020-02-01 14:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Alivinnan eigur ein stóran leiklut í sambandi við menningina av føroysku kavaravinnuni.

Kavarar hava verið knýttir at aling av laksi síðan byrjan. Tá alingin av laksi tók seg upp, høvdu flestu av teimum, ið kavaðu í alivinnuni, tó bert kavingina sum eitt hjástarv. Tá alivinnan tók seg upp aftur eftir herviligu ILA-sjúkuna í 2002-2003, kom spakuliga broyting í hetta mynstrið.

Í dag er kaving innan bæði ali- og byggivinnuna vorðin ein verulig vinna.

Ein leyslig meting vísir, at innan alivinnuna eru áleið 20 - 30 fólk til arbeiðis hvønn dag, sum burturav arbeiða við kaving.

Umframt at kavaravinnan hevur ment seg, hava landsins mynduleikar eisini ásett greiðar lógar- og kunngerðarreglur, sum kavaravinnan skal virka eftir. At bæði tey ið veita kavaratænastur og tey ið keypa kavaratænastur hava greiðar reglur at halda seg til ger, at trygdin hjá føroysku vinnukavarunum verður sett í fremstu røð.

– Faroedive

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder