Mentan

Allahalgannakonsert í Vágs kirkju

Jóannes Nolsøe kemur heim at stjórna kirkjukórinum Ljómi

2018-11-09 07:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á sunnanfjørðsleiðum hava tindarnir verið hvítir ein dag í heyst. Men, gamalt er, at verður lýtt á mortansmessu, verða jólini hvít.

Sunnudagin - mortansmessudag – hevur Kirkjukórið Ljómur sína árligu allahalgannakonsert í Vágs kirkju. Í ár er tað góði, gamli Jóannes Nolsøe, sum hevur leitað aftur til heimbygdina at stjórna kórinum. Á skránni eru kórsatsir fyri blandað kór, tvísongur og urguspæl.
Konsertin er eisini offurgudstænasta. Enn sum fyrr er stóra hátíðarløtan, tá ið kirkjufólkið fer fram at offra, meðan kendi sálmurin “Nú hvítna tindar fjøllum á” verður sungin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder