
Á einum niðurlagdur flogvølli í Everglades tjóðarlundini hevur guvernørurin í Florida, Ron DeSantis upp á heilt stutta tíð megnað at bygt eina nýggja fyribils legu, ætlað tilflytarum til USA.
Í gjár var Donald Trump forseti við til at lata staðið upp. Staðið hevur fingið heitið “Alligator-Alcatraz”, sum verður eitt amboð í stríðnum hjá forsetanum at støðga ólógligari tilflyting, skrivar NRK.
Tjóðarlundin er eitt vátlendisøki fult av skriðtjórum so sum pytonslangum, krokodillum og 200.000 alligatorum.
- Navnið er hóskandi. Hetta er ikki eitt stað, eg vildi farið ein gongutúr, segði Trump, tá hann lat móttøkustøðina upp í gjár.
Donald Trump hevur sett sær fyri at økja um burturvísingarnar úr landinum, og ein liður í hesi ætlan er at fáa til vega fleiri varðhaldsstøðir fyri tilflytarar.
“Alligator-Alcatraz” er bygt upp á átta dagar. Kostnaðurin hevur verið 450 milliónir dollarar, skrivar AFP.
Myndir frá staðnum vísa tjøld ið búrum úr jarni, har koyggjusengurnar standa tættar.
Mótstøðufólk vísa sína ónøgd yvir ætlanina
Fólk, sum eru ímóti ætlanini hava kallað hugskotið ómenniskjaligt, og sammett leguna við KZ-legurnar hjá nasistunum. Umhvørvisfólkum dáma ikki, at henda legan er løgd í eini tjóðarlund. Og upprunafólkið sigur, at talan er um eitt heilagt økið, ið nú verður vannvirt.
Legan verður sammet við illa gitna fongslið Alcatraz, sum hýsti vandamiklum brotsfólkum frá 1933 til 1963. Við tað, at fongslið var á eini oyggj í ísakøldum sjógvi, var tað so at siga ógjørligt at rýma haðani.
Umsitingin hjá Trum hevur víst á tað jaliga við júst staðsetingini.
- Tað er einans ein vegur, ið førir inn, og einasti vegur út er ein einvegis flogferð. Legan er umgyrd av vandamiklum dýrum og óframkomandi lendi, segði talskvinna forsetans, Karoline Leavitt, í Hvítu húsunum mánadagin.
Bæði hon og DeSantis vísa á, at umhvørvið ger tað ógjørligt at flýggja.
- Tá tú hevur drápsmenn, neyðtøkumenn og ræðuligar brotsmenn í einum varðhaldi, kringsett av alligatorum – ja so haldi eg, at tað forðar teimum at sleppa til rýmingar, sigur Leavitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald