
Ein amerikanskur samveldisdómari hevur givið boð um, at útbyggingin av tilflytaraleguni í Miami í statinum Florida, sum verður nevnd "Alligator Alcatraz".
Umframt at "Alligator Alcatraz" ikki sleppur at taka ímóti nýggjum tilflytarum, hevur dómarin hevur givið boð um, at bygging av nýggjum bygningum á økinum skal steðgast, og at ávísir hentleikar skulu takast burtur innan 60 dagar. Talan er m.a. um generatorar og elektrisk hegn, skrivar Ritzau.
Navnið "Alligator Alcatraz" sipar til skriðdjórini, sum liva í vátlendisøkinum, har tilflytaralegan er, og fongsulsoynna Alcatraz, sum liggur út fyri San Francisco.
Atfinningar hava m.a. verið um, at tilflytaralegan ger skaða á plantu- og djóralív í økinum, men hon er eisini vorðin sammett við konsentratiónslegurnar hjá nasistunum.
Staturin Florida hevur kært avgerðina hjá dómaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald