Innanlands

Allir pedagogar fara í verkfall mánadagin

Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir í felagnum. Undantøk eru veitt til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-11 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Pedagogfelagið fer nú veruliga í verkfall. Felagið hevur lýst verkfall fyri allar sínar limir frá mánadegnum 14. juni.

- Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl í einum Excel-rokniarki, sigur Pedagogfelagið.

- Vit lýsa tí við verkfallið fyri alt námsfrøðiliga sáttmálaøkið. Hetta merkir, at allir limir felagsins frá mánadegnum at rokna, fara í verkfall. Hetta eru limir, sum m.a. starvast á kommunalum dagstovnum, frítíðarskúlum, ungdómshúsum, stovnum og fyriskipanum undir Almannaverkinum, forskúlum, frískúlum, fólkaskúlum og sjálvsognarstovnum. 

Undantøk eru veitt til tey tiltøk í Almannaverkinum, har tað stendur um lív og heilsu, sigur felagið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder