Mentan

Myndir: Allir sangarar bergtóku – nú er alt upp til hyggjararnar

Fyrsta umfar av X Factor finaluni er av. Nú skulu hyggjararnir avgera, hvør ikki sleppur til avgerandi finaluna

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-08 20:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tina Mellemgaard var fyrst á pallinum í kvøld. Men fyrst sluppu vit við ein túr til Havnar, har myndir vóru av familjusamling í Hoyvík og surprise-party í City Church.

Hon sang sangin “Love on top” hjá Beyoncé. Eitt djarvt sangval tí sangurin er krevjandi, ávaraði mentorurin Kwamie Liv undan framførsluni

Tina megnaði soul-sangin til fulnar saman við dansarum og blásarum og varð róst til skíggja av dómarunum.

- Wouw. Eg visti frá byrjan av, at tú fórt at klára tað heilt til finaluna. Sjálvandi kláraði tú eisini at syngja soul. Tú ert eitt satt listafólk, sum er komin á eina komerciella scenu. Et takki tær fyri, at tú hevur givið okkum tann góða tónleikin, takk, segði Blackman.

- Nú vísti tú hvat tú klárar í up-tempo. Tað var heilt til UG. Tú fleyt út í eitt saman við dansarunum – tað gjørdist ein heild. Tað var feitt, segði Martin.

- Gott at tú endiliga hevði dirvi til at koma heilt út um pallkantin. Eg eri errin av tær – tú gjørdi tað!, segði Kwami.

[object Object]

The Kiddies við á pallinum

Næsti sangari var Kári, sum – fingu vit at vita – hevði egna orkestur sítt, The Kiddies úr Aalborg við á pallin.

Men fyrst ein túr heim til Aalborg at vitja dóttrina og unnustuna, sum skal eiga síðst í mánaðinum. Og so víðari út á fótbóltsvøllin av vísa síni bóltkynstur saman við FC Fintuni og til framførslu saman við frítíðarorkestrinum The Kiddies.

Og á pallinum stóðu so teir fýra vinmenninir í The Kiddies – í stríputum troyggjum og yvirskeggi, og góvu okkum Pharrell Williams’a “Happy”.

- Ein passandi sangur fyri teg. Tú spjaðir gleði, og tað riggaði væl við smiley-face á palltjaldinum. Ein upplagdur sangur. Gott at hava toymið við sær á pallin – til lukku, segði Kwamie Liv.

- Forfandenaltså Kåri. Tú fanst sangin, ið bara passar til tín. Tú slappaði av við hesum sanginum. Tú tókst pallin. Eg elski Føroyar, segði Blackmann.

Martin Jensen, mentorurin avdúkaði, at Kári hevur havt sínar avbjóðingar hesa vikuna.

- Í gjárkvøldið hevði tú so stóra pínu í liðini, at vit máttu fara til vaktlæknan. Tað vísti seg, at tú hevur vant so nógv, at tú næstan ikki fekst andað. Tað vísir bara hvussu nógv tú leggur í hetta. Tú vísir ein vilja, sum er out-of-this-world, segði Martin Jensen.

[object Object]

Tina og fyrimyndin Søs

Í øðrum umfari skuldu sangararnir syngja saman við kendum donskum tónlistanøvnum.

Aftur var Tina fyrsta á pallinum her saman við Søs Fenger, sum Tina kallar sína stóru fyrimynd.

Tær báðar sungu fyrst friðarliga vakra “Du er” og fóru síðan yvir í “Den jeg elsker, elsker jeg”.

Eftir at tær vóru lidnar fekk Søs Fenger høvi at geva Tinu sítt viðmæli, og tað vóru ikki eiti á rósandi orð, sum Tina fekk frá síni fyrimynd.

- Eg havi heppa upp á teg frá byrjan av. Tað, sum ger teg til nakað serligt er, at tú veruliga hevur nakað upp á hjartað. Vit hava brúk fyri slíkum, sum tær, segði Søs Fenger.

[object Object]Kári Fossdalsá saman við Simon og Thomas Alstrup frá Jonah Blacksmith (Mynd: Sverri Egholm)

Jonah Blacksmith hevur familju í Føroyum

Síðan kom túrurin til Kára, sum hevði brøðurnar Simon og Thomas Alstrup frá alternativa folk-orkestrinum Jonah Blacksmith frá Thy við sær á pallin.

Teir sungu fyrst “Daughter of Jonah” og fóru síðan yvir í tann meira lívliga og kenda “House on Fire”. Brøðurnir spældu guittar og banjo aftur við, men vórðu eisini stuðlaðir av X Factor orkestrinum.

Simon og Thomas Alstrup upplýstu at teir hava familju í Føroyum, og teir hildu, at Kári riggaði ordiliga væl til teirra tónleik. Teir fingu eisini høvi at lýsa hvat tað er, sum ger Kára til ein serligan sangara.

- Hann hevur okkurt ‘crispy’ í hásu røddini røddini. Og so hevur hann eisini eitt ‘knekk’ í røddini, sum ger hana til nakað heilt serligt, søgdu brøðurnir.

Nú er stundin komin til atkvøða fyrru ferð í kvøld

TI til 1234 til tey, ið vilja geva Tinu Mellemgaard sína atkvøðu

KA til 1234 til tey, ið vilja geva Kára Fossdalsá sína atkvøðu



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder