2023-02-11 14:25

Í 2008 fingu vegirnir í Skúvoy gøtunøvn og húsini adressur, og Skúvoyar kommuna hevur nú avgjørt at broyta gøtunøvnini á øllum vegum í bygdini.
Umhvørvisstovan hevur góðkent og skrásett nýggju nøvnini, sum hava røtur í føroyingasøguni, í landsadressuskránni og tey síggjast nú á føroyakort.fo, skrivar Umhvørvisstovan.
Nýggju nøvnini eru hesi:
- Kirkjuvegur verður til Sigmundarvegur
- Bakkavegur verður til Brestisvegur
- Garðavegur verður til Tórugøta
- Fløttavegur verður til Turiðargøta
- Skúlavegur verður til Einarsvegur
- Handskavegur (Norður) verður til Tórisvegur
- Handskavegur (Suður) verður til Beinisvegur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald