
Í dag mikudagin 19. desember kl. 15.45 verður markering í Svimjihøllini í Gundadali í sambandi við at Tórshavnar kommuna og Sp/f SNA arkitektar skriva undir ráðgevarasáttmála um projektering av einum langhyli í Gundadali.
Projekteringin tekur ætlandi eitt ár. Verkætlanin fevnir um ein langhyl, ið er 25 metrar breiður, umframt ein innandura og ein uttandura terapi- ella heitvatnshyl, ið er egnaður til vælveru, linna og undirvísing, skrivar Tórshavnar kommuna.
Á tiltakinum fer borgarstjórin at halda røðu, umframt at umboð fyri Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag bera fram eina heilsan. Eisini verður møguligt at síggja modellið og tekningarnar av verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald