Mánadagin 6. mai klokkan 19 verður almennur fyrilestur um sorg í Auluni í Finsen.
Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær, fer at halda fyrilesturin “Sorgen er en kraft”.
Esben misti sonin hjá sær av krabbameini fyri trimum árum síðan. Hann hevur arbeitt nógv við evninum sorg. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar, givið út bók, hildið fyrilestrar, luttikið í almenna kjakinum um sorg, og um sorg skal staðfestast sum ein sálarsjúka.
Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin, sum verður í Auluni í Finsen í Havn, og av tí at har er avmarkað pláss, er neyðugt at boða frá, um ein ætlar sær til fyrilesturin.
Boða frá á [email protected] ella á telefon 317959.
Stuðlað fyrilestrinum hevur Team Rynkeby Føroyar grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum.
Tað eru Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Hjartabarnið, Cystisk Fibrosu felagið og Berin, ið skipa fyri fyrilestrinum.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald