
Fríggjadagin gjørdist greitt, at "Tú skalt syngja tær ein sang" var Ársins útvarpshitt fyri 2024.
Sangurin hjá Jóannesi Joensen, sum eisini er kendur sum "Bass Elvis", fekk 2.864 av teimum 10.420 atkvøðunum, sum komu inn til Kringvarpið.
Í sambandi við at Jóannes Joensen hevur fingið kosið ársins útvarpshitt, verður hátíðarhald fyri honum í morgin, mikudagin kl. 17 í miðhøllini í Leirvíkar skúla.
Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.
- Jóannes undirheldur og syngur og kommunan bjóðar ein drekkamunn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald