Innanlands

Alment parkeringspláss millum Hotell KG og Føroya Bjór

Samlaða økið er umleið 2500 fermetrar og pláss verður fyri upp ímóti 35 bilum. Farið verður í gongd í næstum, sigur kommunan

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2026-04-17 14:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkar kommuna fer í næstum undir at gera eitt nýtt alment parkeringsøki í miðbýnum, sum skal betra munandi um parkeringsviðurskiftini í økinum. Samlaða økið er umleið 2.500 fermetrar av kommunalum lendi.

Pparkeringsøkið verður staðsett millum Hotell KG og Føroya Bjór. Her hevur kommunan, í samstarvi við eigaran av nýggja hotellinum, gjørt avtalu um at seta í verk eitt alment parkeringspláss við plássi fyri umleið 30 til 35 bilum. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, bæði fyri íbúgvar, hotellgestir og vinnulív.

Klaksvíkar býráð samtykti fyrr í hesum mánaðinum at geva fyrisitingini heimild at fara undir samráðingar við Føroya Bjór um at geva fyritøkuni ræðisrætt til part av økinum, umleið 900 fermetrar, til nýtslu í sambandi við virksemið hjá fyritøkuni.

Fundir hava verið millum kommununa og Føroya Bjór, og tað, sum er eftir at fáa upp á pláss, er spurningurin um, hvussu leingi Føroya Bjór skal hava rætt til at nýta hetta lendið, sigur Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder