Búnaðarstovan er partur av verkætlan um gagnnýtslu av ull av uppruna seyði í Norðurlondum. Tað er Nordgen, sum leiðir verkætlanina við luttøku úr Noregi, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Føroyum.
Verkætlanarbólkurin vitjar í Føroyum í hesum døgum. Í tí sambandi verður alment tiltak á Búnaðarstovuni í Kollafirði seinnapartin í morgin
Allar tær, sum leggja fram, arbeiða nógv við ull í sínum londum. Tær greiða frá, hvussu skilt verður í Noregi og Svøríki, har tey hava greiðar reglur fyri, hvussu ullin skal skiljast. Satu Kumpulainen og Joana V. Bjarnastein greiða frá um skiljing í Finnlandi og Føroyum, har slíkar reglur ikki eru gjørdir enn. Framløgurnar eru á enskum.
Tað mesta av tíðini verður brúkt til hands-on partin, har luttakararnir fáa møguleika at koma nærri ullini, síggja ull, sum ikki er flokkað, hoyra hvørjum hugt verður eftir, tá skilt verður, hyggja í sjóneyku eftir ullini, og hoyra Satu greiða frá, hvussu hon spinnir við handsnældu, fyri at kanna góðskuna á ullini, áðrenn hon spinnir hana á spinnarínum í Finnlandi.
Luttakararnir verður býttir í bólkar, har nøkur eru um skiljiborðið, meðan onnur drekka kaffi og hyggja eftir framsýningini, sum er sett upp til høvi. Nordgen hevur tilfar við um ymsu norðurlendsku seyðasløgini, meðan luttakararnir úr hinum londunum hava vøru við at sýna fram, somuleiðis sum føroysku framleiðararnir hava vørur við at sýna fram, høvi verður eisini at keypa onkrar vørur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald