Uttanlands

Álop á Ísrael og Libanon

Hizbollah-rørslan sigur seg hava skotið yvir 320 rakettir inn í norðara part av Ísrael, og ísraelski herurin sigur seg hava nýtt 100 stríðsflogfør í Libanon, har Hizbollah heldur til

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-08-25 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt og í morgun hevur hernaðarrørslan Hizbollah framt álop á Ísrael, og ísraelski herurin hevur framt álop á mál hjá Hizbollah í Libanon, har rørslan heldur til.

Ísraelski herurin byrjaði í nátt at leypa á mál í Libanon og heitti í hesum sambandi á fólk um at fara úr økjum, har Hizbollah-rørslan er virkin. Grundgevingin var, at Hizbollah var í holt við at fyrireika eitt álop á Ísrael.

Hizbollah boðaði í morgun frá, at álopið er eitt aftursvar til Ísrael, sum í juli drap Hizbollah-leiðaran Fuad Shukr, og boðað varð frá, at álopið "fór at taka sína tíð".

Ísraelsk loftálop hava rakt býirnar Zibqin, Tayr Harfa og Jebbayn í sunnara parti av Libanon, og Hizbollah sigur seg hava rakt 11 ísraelskar herstøðir.

Higartil hava fráboðanir verið um í minsta lagi trý fólk, sum eru dripin í ísraelskum loftálopum. Sambært talsfólki hjá ísraelska herinum vórðu fleiri av rakettunum hjá Hizbollah steðgaðar av loftverjuskipanini, og hava álopini hjá Hizbollah ikki framt stóran skaða, skrivar TV2.

Hizbollah sigur, at "fyrsta umfarið" av álopum á Ísrael er liðugt, og hava tey skotið 320 rakettir umframt dronur inn í norðara part av Ísrael. Ísraelski herurin sigur seg hava nýtt umleið 100 stríðsflogfør í álopinum á Libanon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder