Uttanlands

Álop á skúla í Gaza

Limir úr Islamisk Jihad og Hamas brúktu skúlan sum kommandostøð, sigur ísraelski herurin – Úr Gaza verður sagt, at millum 90 og 100 fólk eru deyð, umframt at fleiri eru særd

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-08-10 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur í morgun framt eitt loftálop á ein skúla í Gaza býi.

Skúlin, sum liggur í al-Daraj býarpartinum, varð m.a. brúktur at hýsa palestinum, sum eru riknir burtur úr heimi teirra. Úr Gaza verður sagt, at millum 90 og 100 fólk eru deyð, skrivar Ritzau.

Skúlin varð raktur av trimum rakettum, og umframt tey deyðu, vórðu fleiri onnur særd.

Ísraelski herurin sigur um álopið í dag, at tey hava rakt yvirgangsfólk, sum hava brúkt skúlan sum kommandostøð. Ísrael sigur, at talan var um 20 limir úr Islamisk Jihad og Hamas.

Talsfólk hjá ìsraelska herinum sigur sambært DR, at talið á deyðum, sum verður upplýst úr Gaza ikki samsvarar við upplýsingar hjá Ísrael.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder